Løgreglan leitar: Veitst tú okkurt um hendingina?

Løgreglan leitar: Veitst tú okkurt um hendingina?
Løgreglan heitir nú alment á fólk, ið vita okkurt um hendingina mikukvøldið, tá lýst varð eftir einum flogfari við lasara, um at boða løgregluni frá
Løgreglan leitar nú eftir vitnum, ið kunnu geva løgregluni ábendingar um, hvør lýsti eftir einum flogfari hjá Atlantic Airways 21. januar við lasara. Henda myndin er tikin í einum av teimum eldru flogførunum hjá felagnum
Mynd: kvf.fo/Bjarni Mohr  
 
27.01.2015 - 11:44

Løgreglan í Føroyum leitar nú eftir vitnum, ið kunnu hjálpa løgregluni at fáa greiðu á, hvør tað var, ið lýsti eftir einum flogfari við einum lasara fyri viku síðan.

Hendingin mikukvøldið í seinastu viku er so mikið álvarslig, at løgreglan fyri løtu síðan sendi út almenna áheitan á Facebook, har heitt verður á fólk um at siga frá, vita tey okkurt.

Greinin heldur fram niðanfyri
 

Flogskiparafelag Føroya heitti í gjár á fólk um ikki at lýsa eftir flogførum við lasarum. Felagið sigur, flogskiparar kunnu missa sjónina eina løtu, og at flogskiparar eisini kunnu fáa varandi skaða á eyguni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210