Grunnabarð komin á Skála

Grunnabarð komin á Skála
Klokkan hálvgum sjey í gjárkvøldið kom uppsjóvarskipið Grunnabarð á Skála
Grunnabarð komin á Skála
Mynd: Savnsmynd  
 
04.02.2015 - 08:58

Grunnabarð fór at leka í maskinrúminum seinnapartin mánadagin. Tá var skipið á veg á fiskileið.

Grunnabarð og Beinisvørð skuldu samtrola eftir makreli í ES-sjógvi. 

Fyri veður og myrkur bar ikki til at fáa tyrluna hjá Atlantic Airways til hjálpar, men har vóru onnur skip á leiðini, sum komu til hjálpar. Tey vóru Beinisvørð og Kúrberg. 

Grunnabarð kláraði ikki at halda lens, men trý korter eftir at lekin varð staðfestur var fyrsta pumpan av Beinisvørði komin um borð á Grunnabarð. 

Langt var hjá Brimli at sigla, so MRCC vildi hava størri og betur útgjørt skip á staðið og bað tí Fagraberg um at fara Grunnabarði til hjálpar. Tá fekk Grunnabarð fleiri pumpur umborð. Sjógvur kom nú ikki longur upp á motorin.

Stutt fyri midnátt mánakvøldið var Brimil hjá Grunnabarði, og tey bæði skipini umframt Beinisvørð og Kúrberg settu kós móti Føroyum. 

Tey vóru tá 60 fjórðingar í útsynning sunnan úr Akrabergi. Ferðin var lítil, fýra-fimm fjórðingar, tí girið hjá Grunnabarði gjørdist ov heitt, upplýsir Sjóbjargingarstøðin, MRCC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328