Skulu taka støðu til ókeypis koyring

Skulu taka støðu til ókeypis koyring
Samgonguflokkarnir skulu nú taka støðu til, nær ókeypis verður at koyra millum Streymoynna og Vágoynna og Eysturoynna og Borðoynna
Samgonguflokkarnir skulu nú taka støðu til, nær ókeypis verður at koyra millum Streymoynna og Vágoynna og Eysturoynna og Borðoynna
 
04.02.2015 - 18:10

Spurningurin er, um landið fyrst skal hava sínar 400 milliónir krónur aftur, áðrenn landið fær Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.

Samgonguflokkarnir fingu í síðstu viku eitt uppskot um Vágatunnilin frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni. Jørgen Niclasen vil sjálvur ikki siga nakað um málið nú, heldur ikki, um báðir undirsjóvartunlarnir eru við í uppskotinum.

Sum skilst er ætlanin hjá Jørgeni Niclasen at lata Landsverki Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, og tað skal gerast ókeypis at koyra í tunlunum.

Lógin er ógreið

Sambært lógunum um teir báðar undirsjóvartunlarnar skal landið fáa teir, tá teir eru goldnir. Men lógin er ikki greið, í øllum kann hon tulkast, og tað verður hon eisini.

Eru tunlarnir goldnir, tá lánini úr Íleggingargrunninum eru goldin, ella, tá landið eisini hevur fingið tað aftur, sum landið setti í tunlarnar. Jørgen Niclasen segði í august í fjør, at tá lánið hjá Vágatunlinum er goldið, skal bummgjaldið burtur.

Hann arbeiddi tá við einum lógaruppskoti um bummgjaldið. Sum skilst er tað hetta lógaruppskotið, sum samgonguflokkarnir nú hava fingið. Men semja er ikki í samgonguni um hetta.

Tá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, svaraði fyrispurningi frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, segði hann, at innskotini hjá landinum skulu eisini gjaldast aftur, áðrenn bummgjøldini verða strikað.

Lógin kann tulkast báðar vegir

Jørgen Niclasen hevur eisini svarað fyrispurningi, hann var frá Eivini Jacobsen, løgtingsmanni. Jørgen Niclasen segði tá, at almenna fatanin er, at bummgjøldini bara skuldu fíggja lánsgjøldini, ikki innskotið frá landinum.

Tá lógin kann tulkast báðar vegir, ætlar Jørgen Niclasen at fáa løgtingið at broyta hana, so eingin ivi longur er um, hvat lógin sigur.

Lánið hjá P/f Vágatunlinum eru at kalla goldin, landið setti 160 milliónir krónur í Vágatunnilin. Lánið hjá P/f Norðoyatunlinum verður goldið um nøkur ár. Landið setti 235 milliónir krónur í Norðoyatunnilin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824