Grønland er ikki tilreiðar til flóttafólk

Grønland er ikki tilreiðar til flóttafólk
Grønland hevur ongan orðaðan útlendinga- og flóttafólkapolitikk, sigur Vittus Qujaukitsoq við blaðiið Sermitsiaq
Grønland ikki tilreiðar at taka flóttafólk
Mynd: www.miningpress.com.pe  
 
10.02.2015 - 09:46

Meðan Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vil taka upp móti 60 flóttafólkafamiljum, sigur grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Vittus Qujaukit-soq, at Grønland er ikki tilreiðar. 

Hann sigur við blaðið Sermitsiaq, at Grønland hevur, eins og onnur í altjóða samfelagnum, skyldu at hjálpa menniskjum í neyð. Men slíkar uppgávur skulu takast í álvara, og áðrenn støða verður tikin til ávísar spurningar, er tað týdningarmikið at skipa fyri aðalorðaskifti um spurningin, sigur Vittus Qujaukitsoq við blaðið.

- Í dag er tað soleiðis, at flóttafólk skulu fáa hjálp í fyrsta trygga landinum, sum tey hava søkt um friðskjól í. Og tað merkir, at tað er Danmark, sum hevur skyldu at hjálpa familjunum úr Sýria. Vit hava ikki havt neyðuga orðaskiftið í Grønlandi um evnið, og vit hava enn ikki orðaðan útlendinga- og flóttafólkapolitikk, sigur Vittus Qujaukitsoq.

Vísandi til, at Føroya løgmaður hevur boðið sær til at taka upp móti 60 flóttafólkafamiljum, verður Vittus Qujaukitsoq spurdur, um Grønland eisini átti at tikið móti sama tali.

Vittus svarar, at í dag er eingin skipa móttøka, sum hesi menniskju hava tørv á. Arbeiðið at yvirtaka útlendingarøkið er júst byrjað, og enn er ov tíðliga at siga, hvussu Grønland kann hjálpa.

Sermitsiaq leggur aftrat, at í mun til íbúgvartalið í Danmark - har lutfallið er eitt til hundrað, svara 60 flóttafólkafamiljur í Føroyum til 6.000 familjur í Danmark, sum við hjúnarfelaga og børnum skjótt kann, - lutfallsliga, fara upp um markið fyri uppihaldsloyvi í 2014, skrivar Sermitsiaq. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045