Løntakaratalið veksur

Løntakaratalið veksur
Í 2014 vóru 667 fleiri løntakarar enn í 2013. Hetta vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
667¨fleiri løntakarar í 2014 enn 2013
Mynd: in.fo  
 
11.02.2015 - 14:38

Eftir støðuga minking í talinum av løntakarum frá 2008 til 2011 eru nú nærum 1.000 fleiri løntakarar í Føroyum. Vøkstur er í talinum av løntakarum í flest øllum vinnugreinum, tó vóru umleið 1.600 færri løntakarar í 2014, sammett við besta árið, sum var í 2007.
Í fiski-, ali- og aðrari ráevnisvinnu hevur talið av løntakarum verið óstøðug seinnu árini, men í 2014 sást størsti vøksturin í hesum vinnum. Tilsamans vóru 4.122 løntakarar í hesum vinnubólkinum í 2014.
Í vinnubólkinum byggivinna og onnur tilvirking vendi gongdin í 2013, og fyri fyrstu ferð í seks ár var framgongd, sum hevur hildið á inn í 2014.
Privatu tænastuvinnurnar høvdu, sum vinnubólkur, framgongd triðja árið á rað. Í 2014 vóru 8.078 løntakarar, sum eru 143 fleiri enn árið fyri. 
Í hesum vinnubólki eru tó “Fígging og trygging”, “Postur og fjarskifti” og “Vinnuligar tænastur” færri løntakarar í 2014 sammett við 2013. 
Hinvegin hevur lutfalsliga stór framgongd verið í vinnugreinini “Gistihús og matstovuyrki”.
Í almennari tænastu vóru 8.852 løntakarar í 2014. Hetta svarar til 1,1 prosent í vøkstri sammett við 2013. Í 2012 var talið 8.914, ið er tað mesta nakrantíð.
Annars kann sigast, at meðan 30 prosent av øllum løntakarum vóru knýttir at tilfeingisvinnum í 1985, so er hetta talið tódnað niður í 17 prosent í fjør.
Eisini sæst av hagtølunum, at framgongd hevur verið í tali av løntakarum í øllum sýslum í 2014, Sandoyar sýsla undantikin, har afturgongdin í tali av løntakarum síðan 2006 heldur fram.

Les meira á heimasíðuni hjá Hagstovuni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635