Óvanliga nógv full fólk í nátt

Óvanliga nógv full fólk í nátt
Ein bilur varð stolin, ein maður boðaði frá at hann varð stungin og 12-15 mans vóru um at fara til hendurs. Løgreglan hevði úr at gera í nátt
Óvanliga nógv full fólk hava verið úti í nátt. Løgreglan hevur havt úr at gera, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn
 
15.02.2015 - 11:08

- Tað hava verið óvanliga nógv full fólk úti í nátt, og tað er helst tí at tað er føsta, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, Kristina Christiansen, við Kringvarpið.

Løgreglan hevði úr at gera í nátt, og mátti hjálpa óvanliga nógvum fólkum, ið høvdu tikið ov nógv til sín, til hús ella á føtur aftur, verður upplýst á politistøðini í Havn.

Í Havn varð ein bilur stolin seinnapartin í gjár, leygardagin. Tveir menn vórðu tiknir, tá bilurin varð funnin aftur seinni í gjár í Eysturoynni.

Maður segði, hann varð stungin

Í Klaksvík fekk løgreglan fráboðan um at 12-15 mans vóru um at fara til hendurs. Menninir vórðu tosaðir til rættis, og meira varð ikki gjørt við málið.

Løgreglan fekk eisini fráboðan um, at ein maður var stungin á einum skeinkistaði. Nú skal kannast, um hald er í málinum, ella um maðurin sjálvur er dottin.

Tey óvanliga nógvu fullu fólkini í nátt vóru um alt landið, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn - úr Norðoyggjum til Suðuroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290