- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunan tekur atfinningar til sín
Tórshavnar kommuna steðgar fyribils tilgongdini at gera bygnaðarbroytingar á dagstovnaøkinum. Tað hendir í kjalarvørrinum á atfinningunum, nú kommunan ætlar at umskipa dagstovnaøkið.
- Tað er umráðandi, at allir partar kenna seg at verða hoyrdar og virdar, áðrenn broytingar verða gjørdar, sigur forkvinnan í mentamálanevndini, Helena Dam á Neystabø.
Tað verða tískil ongar bygnaðarbroytingar framdar á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu fyrr enn allir avvarandi partar eru hoyrdir. Tórshavnar kommuna bakkar nú fyri trýstinum frá Føroya Pedagogfelag og leiðarararáðnum í Pedagogfelagnum.
Fyrireikandi fundir avlýstir
Kommunan hevur avlýst kunningarfundirnar, sum hesa vikuna skuldu vera fyri starvsfólkum í dagrøktini. Tað hendir, eftir at leiðararáðið í Pedagogfelagnum í brævi, sum er sent øllum býráðslimum í Havn, staðiliga heitir á býráðið um at umhugsa avgerðina hjá kommununi.
Í brævinum, dagfest 13. februar, skrivar leiðararráðið:
"Tað er sera átaluvert, at fyrisitingarlógin ikki verður hildin, tá ið so grundleggjandi broytingar av starvsfólkaviðurskiftum verða gjørdar. Røtt mannagongd eigur at vera, at starvsfólk fáa sakligar grundgevingar og hoyringar- ella ætlanarskriv, soleiðis at starvsfólk og fakfelag fáa høvi at blíva hoyrd og koma við viðmerkingum."
Víðari skrivar leiðararráðið:
"Leiðararnir standa sera óskiljandi um hesa avgerð hjá kommununi og ivast í, um umsitingin og politikararnir skilja, hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri alt dagstovnaøkið - og í síðsta enda børnini." Býráðið tekur áheitinina til eftirtektar.
Broytingaruppskotið skal endurskoðast
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, vísir tó aftur, at býráðspolitikarar hava fingið kaldar føtur. Men hon váttar, at tilgongdin fyribils er steðgað og nú skal endurskoðast.
- Tað er umráðandi at allir partar kenna seg hoyrdar og virdar. Tí fara vit nú undir eina nýggja tilgongd, har vit taka allar avvarandi partar við upp á ráð og hoyra øll sjónarmið, sigur Helena Dam á Neystabø í dag.
Tað var tann 26. januar, at Tórshavnar Kommuna kunnaði Pedagogfelagið og dagstovnaleiðararnar um ætlaðu bygnaðarbroytingarnar. Pedagogfelagið og leiðararráðið hava funnist hvassliga at kommununi, tí partarnir vóru ikki hoyrdir, áðrenn kommunan boðaði frá sínum ætlanum.
Tað er ikki greitt, nær kunnandi fundirnir, sum í hesi vikuni skuldu vera fyri starvsfólkunum í dagrøktini, so vera. Pedagogfelagið og leiðararráðið hava enn einki frætt frá kommununi um nýggjar fundir.