Ongar lýsingar í Orrustuni

Ongar lýsingar í Orrustuni
Brúkaraumboðið mælti Kringvarpinum til at taka lýsingarnar úr sendingini, og Kringvarpið hevur avgjørt at fylgja tilmælinum
 
23.02.2015 - 09:50

Kringvarp Føroya hevur eftir tilmæli frá Brúkaraumboðnum avgjørt at taka beinleiðis lýsingarnar fyri vinningar burtur úr sendingini Orrustuni, sum er ein spurnakapping í sjónvarpinum, ætlað børnum millum 10 og 13 ár.

Eftir at ivi tók seg upp, um tað var brot á góðan marknaðarføringarsið at hava lýsingar fyri vinningar inni í sendingini, spurdi Kringvarpið seg fyri hjá Brúkaraumboðnum.

Brúkaraumboðið mælti Kringvarpinum til at taka lýsingarnar úr sendingini, og Kringvarpið hevur avgjørt at fylgja tilmælinum.

Í grundgevingini hjá Brúkaraumboðnum verður víst á lógina um kringvarp, har sagt verður, at greiður skilnaður skal vera millum programminnihald, kunngerð, lýsing og sponsorering. 

Børn nátúrliga góðtrúgvin

Víst verður eisini til lógina um marknaðarføring, sum hevur eina serliga grein, ið sigur, at marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung, skal taka atlit at nátúrliga góðtrúninum hjá børnum og ungum og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka.

Brúkaraumboðið vísir á, at tá lýsingar verða bornar fram, má ungi málbólkurin ikki vera í iva um, at talan er um eina sølufremjandi lýsing. Tað kann verða trupult hjá børnum og ungum at skyna á, um talan er um eina lýsing ella um programminnihald, sigur Brúkaraumboðið.

Lýsingar úr sendingini

Vísandi til kravið um skilnað millum programminnihald og lýsingar og til serligu verndina, sum marknaðarføringslógin veitir børnum, mælti Brúkaraumboðið Kringvarpinum at taka lýsingarnar úr sendingini, og um vinningar eru í sendingini, so upplýsa um teir á stuttan og óheftan hátt, har bert verður upplýst um slag og tildømis skap og ikki um veitarar og búmerki hjá teimum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400