Sí brellbitan her: House of Cards byrjar nú aftur

Sí brellbitan her: House of Cards byrjar nú aftur
Ein tann best umtókta sjónvarpsrøðin á netinum, House of Cards, byrjar nú aftur. Teir nýggju partarnir verða tøkir á netinum fríggjamorgunin
Fríggjamorgunin klokkan átta føroyska tíð verða nýggir partar í røðini House of Cards tøkir á netinum
Mynd: Skíggjamynd/Netflix  
 
26.02.2015 - 10:07

Telist tú millum teirra, ið hevur fylgt við amerikonsku sjónvarpsrøðini, House of Cards, seinastu tvey árini, kanst tú nú so smátt byrja at gleða teg aftur.

Fríggjamorgunin klokkan átta føroyska tíð verða nýggir partar tøkir hjá Netflix, upplýsti Netflix fyri danska blaðnum BT í gjár, mikudagin.

Brellbiti: House of Cards - Season 3

Nú, triðja røðin av House of Cards byrjar, er eisini ein danskur sjónleikari við. Danski sjónleikarin, Lars Mikkelsen, spælir, sum skilst, russiskur forseti.

- Hetta er uttan iva eitt hámark í yrki mínum, segði sjónleikarin, Lars Mikkelsen, við DR Kultur í januar. Hann vil ikki vátta, at hann fær leiklutin sum russiskur forseti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744