Varð stungin í ryggin

Varð stungin í ryggin
Løgreglan leitar eftir fólki, ið sóu tilburðin sunnunáttina
 
02.03.2015 - 10:46

Ein ungur maður varð sunnumorgunin stungin í ryggin uttan fyri eitt dansistað í Havn.

Tveir ungir menn fóru til hendurs, og annar maðurin stakk hin í ryggin. Maðurin fór til kanningar á landssjúkrahúsinum, men fekk ikki stórvegis mein.

Maðurin, ið stakk, var til grundlógaravhoyring í gjár, og er varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Løgreglan leitar eftir fólki, ið sóu tilburðin. Tilburðurin var um hálvgum fýra tíðina sunnumorgunin. 

Fólk kunnu seta seg í samband við løgregluna, sum hevur telf. 351448.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485