Serbreyt í miðnámsskúlanum á Kambsdali

Serbreyt í miðnámsskúlanum á Kambsdali
Undirvísingin verður bygd á læruætlan, sum er gjørd til einstaka næmingin
 
09.03.2015 - 09:32

Næsta skúlaár verður ein serbreyt, ætlað ungum við serligum tørvi, í miðnámsskúlanum á Kambsdali.

Pláss verður fyri átta næmingum, og serbreytin er skipað sum fýra ára skúlagongd. 

Næmingarnir vera í skúlanum frá klokkan átta á morgin til klokkan eitt.   Serbreytin verður so frægt, sum tað ber til, samskipað við stuðulsfyriskipanum eftir skúlatíð.

Vanligu upptøkukrøvini eru ikki galdandi fyri serbreytina.

Læruætlan til einstaka næmingin

Undirvísingin verður bygd á læruætlan, sum er gjørd til einstaka næmingin. Dentur verður lagdur á at duga at fóta sær í gerandisdegnum, og næmingarnir læra at brúka teldu og gera handaligt arbeiði. Næmingarnir fara eisini at fáast við bókmentir og list. 

Tá næmingur hevur søkt um at sleppa á serbreytina, tekur ein upptøkunevnd støðu til umsóknina. Í upptøkunevndini eru fólk frá skúlanum á Kambsdali, Sernámi og Almannaverkinum, boðar Mentamálaráðið frá.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264