Kjak um veljarakanning og búskap

Kjak um veljarakanning og búskap
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, vera í sjónvarpsstovuni í kvøld
 
10.03.2015 - 11:41

Veljarakanningin fríggjadagin, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin váttar tað, sum aðrar veljarakanningar hava sagt, at samgongan fer at missa meirilutan, tá løgtingsval verður í heyst.

Andstøðuflokkarnir fáa meiriluta, men um teir skipa samgongu, veit eingin, fyrr enn val hevur verið. Tað kann eisini hugsast, at flokkar í verandi samgongu og andstøðu skipa nýggja samgongu. Tó hevur Javnaðarflokkurin sagt, at hann fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin, og hugsjónarliga er lítið sannlíkt, at síggja Sambandsflokkin og Tjóðveldi í somu samgongu.

Búskapurin

Og sama dag sum veljarakannigin kom, kom eisini avbjóðingin frá Búskaparráðnum til ta samgongu, ið skal skipast eftir valið.

Búskaparráðið sigur, at tað almenna má útvega sær 750 milliónir krónur aftrat - annaðhvørt sum størri inntøkur ella minni útreiðslur hvørt ár í mong ár.

 Orsøkin til støðuna er lægri inntøkur, hægri útreiðslur og útreiðsluvøkstur, men Búskaparáðið hevur einki boð uppá, hvørji tiltøk skulu setast í verk. Tað er uppgávan hjá politikarunum, verður sagt.

Formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum, og Aksel V. Johannesen, fíggjarnevndarlimur og formaður Javnaðarfloksins, fara at skifta orð um hetta í Kjakinum eftir Dag og Viku. Bogi Godtfred er vertur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096