Fáa rokning fyri at parkera við flogvøllin

Fáa rokning fyri at parkera við flogvøllin
Vága Floghavn hevur mist fitt av inntøkum, tí parkeringsskipanin hevur ikki verið virkin síðani í mei í fjør
 
11.03.2015 - 15:43

Vága Floghavn fær ikki tikið gjald fyri parkeringsøkini, fyrr enn floghavnin sleppur at nýta skrásetingina hjá Akstovuni um bilar. Ein bummskipan er roynd, men hon var ofta í ólagi, og tí varð hon slept.

Tí hevur Vága Floghavn seinasta árið samstarvað við Akstovuna fyri at fáa atgongd til teirra skráir um bilar, og so nýta upplýsingar hjá Akstovuni at krevja gjald fyri parkering á parkeringsøkinum við floghavnina.

Tað er ein skipan, sum virkar á sama hátt, sum tá koyrt verður ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.

Málið í tinginum

Løgtingið umrøddi í dag uppskotið frá landsstýrinum um at geva pørtunum neyðuga loyvið. Málið fekk ikki drúgva umrøðu, og tað er beint í Vinnunevndina

Kortini varð spurningurin reistur, um tað ikki eigur at verða viðmerkt, at skipanin fer úr gildi, um avgerð verður tikin um at privatisera Vága Floghavn.

Tað er ein spurningur, sum greiði skal fáast á í Vinnunevndini.

253 parkeringspláss

Upplýst verður í viðmerkingunum, at 253 parkeringsøki eru við flogvøllin. Av teimum eru 122 parkeringsøki til starvsfólk og onnur, sum einki rinda fyri økið. Heldur ikki verður gjald kravt, um ein bilur stendur á einum parkeringsøki upp í ein tíma.

Mett verður, at umleið 32.000 bilar nýta parkeringsøkið um árið. Og at umleið 15.000 bilar fara at nýta langtíðarparkeringina, t.e. tá parkerað verður longur enn 1 tíma. Í miðal standa bilar á økinum í umleið fýra dagar. 

Fyrsta tíman verður einki goldið fyri at parkera við flogvøllin, men síðani verður gjaldið 20 kr. um tíman.

50 kr. um samdøgrið

Stendur ein bilur millum eitt og fimm samdøgur, verður prísurin 50 kr. fyri samdøgrið, og millum 6 og 19  samdøgur 25 kr. um samdøgfrið. Síðani fellur gjaldið niður í 25 kr. um samdøgrið

Ein meting hjá Vága Floghavn, vísti, at floghavnin í fjør skuldi fáa 1,4 milliónir kr. í parkeringsgjøldum. Men skipanin hevur iki virkað síðani í mei í fjør, og tí er inntøkan munandi lægri, verður upplýst í viðmerkingunum.

Tá løgtingið hevur samtykt uppskotið, skal landsstýrismaðurin gera eina kunngerð um parkeringina við Flogvøllin í Vágum, og hann skal eisini áseta gjald til Akstovuna, sum gevur floghavnini atgongd til sínar skráir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. februar
Breddin: Skal ES flyta seg tættari saman?
203822
Fríggjadag 6. februar
RagnarRokk:Attila Csihar um Liturgy of Death
203781
Fríggjadag 6. februar
Morgunlestur fríggjadagur 6.februar 2026
203555
Hósdag 5. februar
RagnarRokk 5.februar 2026
203225
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Bjarki: Spor í sandi
203724
Hósdag 5. februar
Emma: Morgun
203725