Arbeiðstíðin hjá lærarum má endurskoðast

Arbeiðstíðin hjá lærarum má endurskoðast
Arbeiðstíðin, tillutaðu tímarnir, samsvarar ikki við tíðina, sum veruliga verður brúkt til arbeiðið
 
17.03.2015 - 08:08

Arbeiðstíðin hjá lærarum má endurskoðast sum skjótast. Tað sigur Lærarafelagið í yvirlýsing, sum er send Mentamálaráðnum. Yvirlýsingin varð skrivað á fundi hjá nevndunum í undirfeløgunum hjá Lærarafelagnum.

Í øllum sjey undirfeløgum er semja um, at arbeiðstíðin, tillutaðu tímarnir, samsvarar ikki við tíðina, sum veruliga verður brúkt til arbeiðið.

Ov fáir tímar

Ov fáir tímar eru tillutaðir til at fremja eitt nøktandi avrik, tí má arbeiðstíðin endurskoðast sum skjótast. 

Til dømis eigur tíðin, sum fer til ferðing, at telja við hjá teimum, sum arbeiða í fleiri skúlum, sigur Lærarafelagið. 


Felagið vísir eisini á, at síðani 2008 hevur eina orðing um førleikaviðbøtur staðið í sáttmálanum millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið. 

Førleikaviðbøtur
Enn hevur eingin starvsbólkur fingið førleikaviðbøtur, hóast fólk taka eftirútbúgvingar og átaka sær ábyrgd. 

Í øllum fakbólkum vanta eisini neyvar arbeiðslýsingar. Fólk vita tí ikki, hvat arbeiði teirra fevnir um, sigur Lærarafelagið í yvirlýsingini, sum er send Mentamálaráðnum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688