Nú kemur trappan har gamla Perlan stóð

Nú kemur trappan har gamla Perlan stóð
Vegurin á Bryggjubakka í Havn verður nú stongdur til á ólavsøku nú ein trappa verður gjørd millum Bryggjubakka, Boysensgarð og Mylnugøtu
 
06.04.2015 - 09:34

Vegurin á Bryggjubakka í Havn verður nú stongdur til á ólavsøku.
    
Hetta hendir í sambandi við at vegurin á Bryggjubakka verður gjørdur av nýggjum. Ein trappa verður gjørd millum Bryggjubakka, Boysensgarð og Mylnugøtu - tað er har sum gamla Perlan stóð - og tí  verður Bryggjubakki stongdur frá Vágsbotni til Bringsnagøtu frá í morginári kl. 08.00 og til á ólavsøku. 

Í hesum tíðarskeiðinum skulu øll sum hava ørindi úti á Reyni fara eftir eftir Húsabrúgv, stendur á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. mars
Norðurljóð 3.mars 2025
188433
Mánadag 3. mars
4. dagar til fyrsta bríksl
188556
Mánadag 3. mars
Góðan morgun Føroyar
188535
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389