MínBoks í mótvindi

MínBoks í mótvindi
Føroyska, talgilda postskipanin MínBoks hevur fingið eitt skot fyri bógvin, nú peningastovnarnir eru givnir at brúka skipanina.
 
18.04.2015 - 10:15

 

- Orsøkin er, at peningastovnarnir hava júst somu tænastu í Netbankanum, sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik Banka, við Dimmalætting.

 

Til fyri stuttum hava peningastovnarnir sent viðskiftafólkunum kontoavrit í MínBoks, men nú verða hesi í staðin send gjøgnum netbankan, har tænastan sambært bankastjóranum er hin sama. Okkurt um 13.000 fólk hava fingið sær MínBoks, og í partafelagnum MínBoks kemur avgerðin hjá peningastovnunum illa við. Tí peningastovnarnir eru stórur partur av inntøkugrundarlagnum hjá MínBoks.

 

- Vit høvdu ynskt, at peningastovnarnir hildu fram eina tíð enn, tað hevði givið okkum eitt betri grundarlag, men peningastovnarnir hava valt øðrvísi, sigur Kjartan Thomassen, nevndarformaður í MínBoks, við Dimmalætting. 

 

Elektron og Posta eiga í felag partafelagið MínBoks, sum rekur talgildu postskipanina MínBoks.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792