Eingin avtala í dag hóast alt

Eingin avtala í dag hóast alt
Tað verður eingin avtala gjørd í dag millum strandalondini um býtið av svartkjaftinum. Samráðingarleiðarin vil ikki gera viðmerkingar
Endaliga avtalan um býtið av svartkjaftinum verður ikki gjørd í dag, hóast alt
 
23.04.2015 - 16:05

Samráðingarnar skuldu annars enda í dag, men føroyski formansskapurin hevur boðað hinum samráðingarleiðarunum frá, at samráðingarnar halda fram í morgin.

Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, vil ikki gera viðmerkingar til sjálvar samráðingarnar, tí talan er um truplar samráðingar, og enn er langt eftir á mál, sigur hann.

SÍ EISINI Samráðingar tiknar uppaftur

Føroyar hava boðað hinum strandalondunum frá, at hetta verður seinasta royndin at fáa semju um býtið. Føroyar, ES, ísland og Noreg luttaka í samráðingunum sum strandalond, Russland er við sum eygleiðari.

Samráðingarnar fara fram í írska fiskimálaráðnum í Clonakilty í Suðurírlandi. Umframt føroyska samráðingartoymið eru eisini umboð fyri føroysku sendistovuna í London og umboð fyri felagið Nótaskip við í samráðingunum.

Hetta er fjórða samráðingarumfar, har roynt hevur verið at koma til eina semju um býtið av svartkjaftinum. Samráðingarumfarið hesa ferð byrjaði týsdagin, og skuldi enda við eini semju í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961