Tinglimir varðveita helst sína løn

Tinglimir varðveita helst sína løn
Uppskotið til samtyktar, um at endurskoða lønar- og pensjónsviðurskifti hjá tingfólki, verður væntandi felt, tá tað kemur fyri Løgtingið hósdagin
Ein meiriluti í Fíggjarnevndini mælir til at fella uppskotið hjá Poul Michelsen, formanni í Framsókn um at endurskoða lønar- og pensjónsviðurskifti hjá tingfólki, ið kemur fyri Løgtingið hósdagin
 
29.04.2015 - 15:27

Vit skulu renna skjótari og arbeiða longur. Broytingar í fólkasamansetingini krevja nýskipanir við hækkandi pensiónsaldri, men tá tað kemur til egnu lønir eru tingfólk meira varin.

Ein meiriluti í Fíggjarnevndini mælir til at fella uppskotið hjá Poul Michelsen, formanni í Framsókn um at endurskoða lønar- og pensjónsviðurskifti hjá tingfólki.

Samsýningin skal samsvara við veruleikan

Uppskotið leggur millum annað upp til, at samsýning fyri at ferðast í størri mun skal samsvara við tað, sum tað í veruleikanum kostar einum tingfólki at koyra ella sigla til arbeiðis.

Harafturat at kostnaðarískoytið, sum tingfólk fáa skattafrítt, eigur at verða skattað, og at tingfólk eiga at gjalda inn til sína egnu eftirløn á sama hátt, sum allir aðrir borgarar í landinum gera, og eftir sama prinsippi, sum Løgtingið í fjør samtykti skal galda fyri landsstýrisfólk eftir næsta løgtingsval.

Meirilutin: Formansskapurin skal tryggja samsýningar

Uppskotsstillarin leggur upp til, at ein nýggj eftirlønarskipan eigur at fáa virknað eftir næsta løgtingsval fyri tingfólk eins og fyri landsstýrisfólk.

Meirilutin í Fíggjarnevndini, sum er Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum, Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, Rodmundur Nielsen úr Fólkaflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum, heldur, at tað áliggur formansskapinum at tryggja, at samsýningar til løgtingsmenn eru á einum hóskandi støði.

Haraftrat grundgevur meirilutin sítt sjónarmið við, at formaðurin hevur upplýst fyri nevndini, at tað alla tíðina verður mett um hesi viðurskifti, og at tað verður arbeitt við at gera nakrar tillagingar, ið eru neyðugar.

Minnilutin: Eftirlønarskipan hjá løgtingsfólkum munandi øðrvísi

Minnilutin, sum er Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum og Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, vísir á, at broyting er framd í lønar- og eftirlønarviðurskiftum hjá landsstýrisfólkum.

Harafturat vísir minnilutin tey á, at løgtingsfólk hava nú eina eftirlønarskipan, ið víkir munandi frá tí, ið onnur fólk hava.

Meðan tænastumenn skulu arbeiða 37 ár fyri at røkka fullari tænastumannapensjón, so skulu løgtingsfólk bert arbeiða 16 ár fyri at røkka tí sama.

Minnilutin mælir til broytingar

Eftir at eftirlønin hjá landsstýrisfólkum er broytt fáa hesi 15% av lønini í eftirlønargjaldi og nú henda broyting ikki er galdandi fyri løgtingslimir, er eftirlønarskipanin hjá løgtingsfólkum munandi betur enn tann hjá landsstýrisfólkum.

Hetta er ikki nøktandi, heldur minnilutin og mælir tí til at fremja neyðugar broytingar í eftirlønarskipanini hjá løgtingsfólkum.

Vit hava meira um hetta í Radaranum klokkan 17:05 har formaðurin í Fíggjarnevndini, Bárður Nielsen og Poul Michelsen, sum hevur lagt uppskotið fram, kjakast um evnið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234