- Tíðindi, mentan og ítróttur
DMI: Turt fyri tað mesta fram til mánadagin
Veðurlagið:
Eitt lágtrýst, 1005 hPa, yvir Norðurhavi, fer spakuliga í landnyrðing. Eitt lítið lágtrýst, 1017 hPa, á Suðurlandinum, fer í landnyrðing og dýpist nakað, tilhoyrandi brúgvalagið fer inn yvir Íslandsryggin í nátt. Í nátt kemur ein hátrýsryggur, 1017 hPa, inn yvir Føroyar.
Veðurvánirnar í dag:
Lot upp í frískan vind av norði, sól av og á, men eisini okkurt kavaslettings- ella kavælið, hitin 1-4 stig. Í kvøld og í nátt lot av norði ella landnyrðringi, okkurt kavaslettings- ella kavaælið, annars klárt í veðrinum, kalt, um frostmarkið. Í morgin lot av ymsum ættum, turt og sól nógvastaðni, hitin 2-5 stig.
Dýra biðidag og altjóða arbeiðaradagin:
Undir 5 m/s, turt og sól nógvastaðni, hitin 2-5 stig. Leygarnáttina lot av útsynningi, turt og klárt í veðrinum, kalt, millum tvey kuldastig og 4 hitastig.
Leygardagin:
2-7 m/s av útsynningi ella suðri, seinnapartin av suðri ella landsynningi, turt og sól nógvastaðni, hitin um 5 stig. Leygarkvøldið vaksandi upp í 8-13 m/s av eystri, skýggjað, men turt, hitin millum frostmarkið og 5 stig.
Sunnudagin:
8-13 m/s av eystri, skýggjað, men turt fyri tað mesta, hitin 5-8 stig.
Mánadagin:
8-13 m/s av eystri, skýggjað og seinnapartin fer at regna, hitin um 7 stig. Týsnáttina minkandi niður í 2-7 m/s av landsynningi, tað slítur í, men framvegis skýggjað, hitin 5-7 stig.
Týsdagin:
2-7 m/s av landsynningi, skýggjað og regn ella ælingur, lýggjari, millum 7 og 10 stig.
Havleiðirnar Ytrubankar:
Undir 8 m/s av norði, í nátt undir 6 m/s av ymsum ættum, í morgin 3-8 m/s av suðri ella landsynningi á vestaru leiðini, seinnapartin ælingur, annars gott sýni.
Munkagrunnurin:
5-13 m/s av norði, mest vindur á eystaru leiðini, í nátt 3-8 m/s av norði ella landnyðringi, á vestaru leiðini undir 6 m/s av ymsum ættum, okkurt æli, annars gott sýni.
Fugloyarbankin:
5-10 m/s av norði, í støðum upp í 13 m/s, í morgin 3-8 m/s av norði ella útnyrðingi, okkurt regn-, kavaslettings- ella kavaælið, annars gott sýni.
Íslandsryggurin:
5-10 m/s av norði, í støðum upp í 13 m/s, út á seinnapartin 3-8 m/s, í nátt undir 8 m/s av ymsum ættum, á vestaru leiðini 5-13 m/s av suðri, okkurt regn-, kavaslettings- ella kavaælið, annars gott sýni.