Størru flogførini tarna hjálpararbeiðnum

Størru flogførini tarna hjálpararbeiðnum
Í jarðskjálvtarakta Nepal, er hjálpararbeiðið nógv tarnað, tí altjóða flogvøllurin i høvuðsstaðnum Kathmandu er í so vánaligum standi, skrivar AP
Við bert einari innflúgvngarbreyt klárar flogvøllurin í Kahmandu ikki øll tey stóru flogførini, sum koma við neyðsinjarvørum
Mynd: Taylor Weidman/LightRocket/Getty Images  
 
03.05.2015 - 10:36

Mynduleikarnir í Nepal hava tí avgjørt at steingja flogvøllin fyri størru flogførum, sum flúgva við neyðsinjarvørum.

Tað er leiðarin í mannarættindarfelagsskapinim hjá ST, Valerie Amos, sum ger vart við støðuna, og hevur kunnað landsins forsætisráðharra Sushil Koirala.  Amos minti Sushil Koirala á, at Nepal hevur undirskrivað avtalu við St, um, at smærri og skjótari flogfør eiga at flúgva neyðhjálp til landið, so hjálpin skjótari kann koma fram. Sushil Koirala hevur játtað hetta, og nú er altjóða flogvøllurin í Kathmandu stongdur fyri størri flogførum, skrivar tíðindastovan Associated Press.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520