- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jørgen biður um góðar 21 milliónir
Jørgen biður um góðar 21 milliónir
Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um eykajáttan fyri apríl. Tilsamans verður biðið um 21,6 milliónir

05.05.2015 - 08:54
Harumframt biður formansskapurin í løgtinginum um eina millión og 650.000 krónur til at kanna málið um Skálafjarðartunnilin og til grein 19-nevndina, sum er sett at kanna viðurskiftini kring Eik-grunnin.
Formansskapurin væntar, at málið um Skálafjarðartunnilin verður liðugt at kanna í summar. Hon verður mett at kosta hálva sættu millión kr. Gjaldast skulu slakar 2,6 milliónir kr. í ár, og higartil eru goldnar 910.000 kr. til kanningina.
Játtanin til grein 19 nevndina í ár at kanna Eik-grunnin er hálv onnur millión, og av hesi upphædd eru góðar 340.000 kr. eftir at gjalda.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV























