Fara at fiska krabba í Smoguni

05.05.2015 - 11:26
InnlendisSamfelag
Fara at fiska krabba í Smoguni
Fríðborg stendur í 40 milliónum kr., tá farið verður til fiskiskap fyri ólavsøku

Gongst sum ætlað fara føroyingar at fiska krabba í Smoguni í Barentshavinum fyri ólavsøku.

Partafelagið Fríðborg í Havn, sum átti rækjutrolaran við sama navni, hevur keypt eitt skip úr Íslandi, sum nú verður riggað til at fiska krabba.

Fríðborg hevur fingið fyribils loyvi í eitt ár at fiska krabba í altjóða sjógvi í Barentshavinum. Fríðborg er keypt úr Íslandi, men hon varð upprunaliga bygd til russar í 1999.

Skipið hevur ongantíð verið til fiskiskap. Keypsprísurin er 13 millónir kr., men Fríðborg fer væntandi at standa í umleið 40 milliónum, tá hon verður klár at fara til fiskiskap.

Hoyr Johannes Joensen, verkætlanarleiðara hjá partafelagnum Fríðborg, í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358