- Tíðindi, mentan og ítróttur
Evnisdagur varpar ljós á rættindi

- Hvør hevur upphavsrættin til eina tónleikaframførslu, sum Kringvarp Føroya hevur tikið upp – yrkjarin, lagsmiðurin ella tónleikararnir?
- Hvussu er við rættindunum hjá leikarum, sum hava spælt í einum útvarpsleiki? Rithøvundum, týðarum og teimum sum hava lisið? Og hvussu kann tilfarið endurnýtast?
Spurningarnir eru nógvir og aktuellir, nú stóra savnið hjá Kringvarpinum verður talgilt, skrásett og kanska endurnýtt á heimasíðuni ella á øðrum pallum hjá Kringvarpinum í framtíðini.
Tríggir fyrilestrar á skránni
Fyri at lýsa evnið á einum breiðum grundarlag, eru tríggir fyrilestrar á skránni. Torkil V. Rassmusen, løgfrøðingur í Mentamálaráðnum, greiðir yvirskipað frá føroysku lóggávuni um upphavsrætt.
- Hvat tað vil siga at hava rættindi? Um rættarstøðuna í starvssetanum og lógarásetingar um Kringvarp Føroya?
Deildarleiðari í DR, Annette Hoffmann Pedersen, greiðir frá kollektivum avtalum um rættindi til savnstilfarið hjá DR. Somuleiðis greiðir hon frá, hví rættindi forða fyri, at tilfar í DR kann verða endurnýtt.
Mikael Waldorff, ráðgevi hjá rættindahavarum, greiðir frá sjónarmiði hjá rættindahavarum og hvussu avtalur verða gjørdar á økinum.
Eftir fyrilestrarnar ber til at seta spurningar. Átakið endar við orðaskifti. Evnisdagurin verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 15. mai klokkan 13 - 16 og er ókeypis.




























