Løgtingið samtyktið broytingarnar í lógini

Løgtingið samtyktið broytingarnar í lógini
Løgtingið bjargaði ALS undan fíggjarligum skrædli, beint áðrenn tingið fór í summarfrí mikukvøldið
Løgtingið samtykti broytingarnar í lógini um ALS, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum í samráði við ALS stýrið gjørdi á seinasta tingfundinum áðrenn tingið fór í summarfrí mikukvøldið
 
15.05.2015 - 08:07

Løgtingið samtykti broytingarnar í lógini um ALS, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum í samráði við ALS stýrið gjørdi. Vinnunevndin fekk málið aftur, tá triðja viðgerð var týsdagin.

Mikudagin skrivaði nevndin nýtt álit. Vinnunevndin fekk váttað frá stýrinum í ALS, at tað var eitt samt stýri, sum mælti til at gera broytingarnar. Eisini stýrislimirnir hjá fakfeløgunum mæltu til broytingarnar.

Stýrisformaðurin boðaði frá á fundi hjá Vinnunevndini, at stýrið tekur viðmerkingarnar frá Vinnunevndini um hækkandi rakstrarútreiðslurnar í størsta álvara.

Og tað er framvegis greitt, at hóast lógarbroytingarnar koma í gildi, fer Arbeiðsloysisskipanin at hava avmarkað árligt yvirskot. Sambært ting.fo samtykti løgtingið broytingarnar í ALS-lógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303