Hølvaðu seks sekund av metinum

Hølvaðu seks sekund av metinum
Kvinnuliðið hjá Ægi vísti sanna styrki, tá tær vunnu 4 ferðir 100 metrar blandað og tóku meira enn seks sekund av føroyska metinum
Cecilia W. Eysturdal, Ásbjørg Hjelm, Jonna B. Thomsen og Signhild Joensen tóku meira enn seks sekund av føroyska metinum á 4 ferðir 100 metrum blandað
Mynd: KVF  
 
15.05.2015 - 21:01

Aftur í dag vórðu fleiri føroysk met og juniormet sett í FM í svimjing. Størsta og mest sannførandi avrikið átti kvinnuliðið hjá Ægi úr Klaksvík, sum vann kappingina, fýra ferðir 100 metrar blandað, við tíðini 4.18.66. Hendan tíðin er 6,77 sekund betri enn gamla, føroyska metið, sum Ægir eisini átti. Tær fýra, sum svumu fyri Ægir eru: Cecilia W. Eysturdal, Jonna B. Thomsen, Signhild Joensen og Ásbjørg Hjelm. 

Fleiri met

Ásbjørg Hjelm setti eisini føroyskt met á 100 metrum bringu, og tað gjørdi hon við tíðini 1.11.53. Í gjár setti hon met á 50 metrum bringu, so Ásbjørg Hjelm má sigast at vera í stórformi. 

Eisini Jonna B. Thomsen setti føroyskt met í dag. Tað gjørdi hon á 200 metrum firvald við tíðini 2.21.70.

Og so vórðu tvey juniormet eisini sett. Annað átti Signhild Joensen á 200 metrum ryggsvimjing við tíðini 2.18.17, og hitt juniormetið er føroyska metið hjá Ásbjørg Hjelm á 100 metrum bringu. So hennara tíð var bæði senior og juniormet. 

Seinasti kappingardagur í FM í svimjing er í morgin, og tað ber til at fylgja við í sjónvarpinum frá klokkan 17.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666

Meira um sama evni