Føroyar umboðaðar til Miss Universe Denmark

27.05.2015 - 08:53
Lívsstílur
Føroyar umboðaðar til Miss Universe Denmark
- Tað hevur altíð verið dreymurin at uppliva eina vakurleikakapping, sigur Turið Elinborgardóttir, ið skal luttaka í Miss Universe Denmark 2015

Tá danska vakurleikakappingin Miss Universe Denmark 2015 verður í august mánaði, eru Føroyar eisini umboðaðar.


Millum teir 25 luttakararnar verður 20 ára gamla Turið Elinborgardóttir úr Hoyvík.


-Onkursvegna hevur tað altíð verið dreymurin at sleppa at uppliva eina slíka kapping, men at tað skuldi blíva veruleiki, tað hevði eg ikki ordiliga vænta, sigur Turið Elinborgardóttir og heldur fram:


-Føroyingar tora ofta ikki so væl at taka stigið til at luttaka í slíkum kappingum, og eg valdi eisini at halda tað loyniligt, tá eg hevði melda meg til. Bara mamma og sjeikurin vistu av tí, fortelur Turið Elinborgardóttir.


Tað var Laila av Reyni, sum herfyri lýsti eftir føroyskum modellum til Miss Universe Denmark 2015. Umframt at skula sniðgeva fleiri kjólar til kappingina, verður hon eisini partur av dómsnevndini.


- Eg sá lýsingina, og so var tað rættiliga lætt og ómakaleyst at melda seg til kappingina. So e ghugsaði, at nú royni eg bara, sigur Turið Elinborgardóttir.


Mánadagin fekk Turið Elinborgardóttir so boðini um, at hon verður føroyska umboðið í døgunum 13. til 15. august, tá kappingin er í Danmark.


- Eg veit ikki so nógv um kappingina enn, men eg royni at fyrireika meg við at hyggja eftir øðrum slíkum kappingum á netinum, og annars royni eg eisini at finna stuðlar, sigur Turið Elinborgardóttir.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815