12 systkin úr Rituvík eiga nú heimsmetið

12 systkin úr Rituvík eiga nú heimsmetið
Guinness váttar nú, at tey 12 Olsen-systkini eru elsti systkinaflokkur í heiminum. Tey eru tilsamans 1035 ár
Hesi 12 systkini í Rituvík eru nú heimsins elsti systkinaflokkur, hevur Guinness metfelagsskapurin váttað í dag
 
09.06.2015 - 20:54

Tey 12 børnini hjá Elsebeth og Magnusi Olsen í Rituvík, sum var ein kendur skipari tá í tíðini, eru nú elsti systkinaflokkur í heiminum. Tað hevur Guinness givið familjuni váttan um í dag.

Øll 12 eru á lívi og 27. august í fjør vóru tey tilsamans 1025 ár og 41 dagar gomul. Samanlagt eldast tey 12 ár um árið, so nú eru tey umleið 1035 ár tilsamans.

SÍ EISINI Video: Kom við í føðingardag hjá heimsins elstu systkjum

Tann elsti, Magnus Salomon, er føddur 30. oktober 1920 og er sostatt 94 ára gamal, og yngstur í stóra systkinaflokkinum er Arne Kartin, sum er føddur 30. juli 1938 og er 76 ár.

- Fyri mítt viðkomandi er einki broytt. Tað skal meira enn hetta til at fáa meg upp at flákra, tí vit hava einki gjørt fyri tað sjálvi, sigur Amy Tausen, sum er eitt av teimum 12 systkjunum úr Rituvík.

Átti einki pass áðrenn metið skuldi skrásetast

Amy Tausen sigur, at tað eru nakrir av eftirkomarunum, sum hava stríðst fyri hesum og fyri tey er hetta nógv stuttligari.

Hon sigur, at millum annað skuldu øll 12 systkini lata passið inn. Okkurt av systkjunum hevði ongantíð átt eitt pass.

Tað ger hesa serligu søgu ikki minni sermerkta, at pápin, Magnus í Rituvík, doyði longu í 1940, tá tann yngsti bara var tvey ára gamal. Tað gjørdi, at Elsebeth var einlig mamma við 12 børnum undir krígnum.

Tóku met frá italskum systkinaflokki

Sum skilst hava systkini úr Rituvík tikið metið frá einum italskum systkinaflokki. Tey 12 systkini úr Rituvík eru hesi:

● Magnus Salomon, f. 1920

● Vensil, f. 1921

● Sára Malena, f. 1923

● Marin Fredrikka, f. 1924

● Arnholt Sofus, f. 1925

● Carl Sivar, f. 1928

● Elly, f. 1930

● Jaspur, f. 1932

● Harry, f. 1933

● Mary Elina, f. 1934

● Amy, f. 1936

● Arne Kartin, f. 1938.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040