Opið mentanarnáttina: Kom og vitja okkum

Opið mentanarnáttina: Kom og vitja okkum
Kom til fýra ymiskar konsertir, uppliv Mórugøtu live ella ver við, tá beinleiðis útvarps- og sjónvarpssendingar verða sendar á mentanarnáttini
Kringvarpið hevur aftur í ár opið fyri almenninginum, tá mentanarnáttin verður. Her ein mynd, tá nógv fólk vitjaðu í fjør. Sí alla skránna í greinini her
Mynd: KvF  
 
11.06.2015 - 15:28

Kringvarp Føroya bjóðar fólki at koma á gátt mentarnáttina. Opið er frá klokkan 16:30 til kl. 22:00.

Morgunkórið, sum Morgunsendingin tók stig til, fer millum annað at syngja, og eisini fer Jákup Veyhe at føra fram brot úr Mórugøtu.

Sí alla skránna niðanfyri

Vitjandi fáa høvi at vera hjástødd, tá útvarpstíðindini, Dagur og Vika og Gekkurin verða send.

Hvønn hálvan tíma fara kringvarpsfólk at vísa gestum runt og eisini ber til at síggja, hvussu kringvarpssavnið verður talgilt.

Á tónlistarliga økinum eru fýra konsertir. Lagt verður fyri við Konni Kass. Seinni spælir og syngur Guðrið Hansdóttir, Morgunkórið syngur og síðstu konsertina hevur Sakaris.

Myndirnar, sum vunnu listakappingina í vár, verða eisini sýndar fram.

Soleiðis verður skráin mentanarnáttina

16:30 Mórugøta live. Jákup Weyhe leikar brot úr barnarøðini í Høllini

17:00 Fyrsta rundvísingin. Rundvísing verður hvønn hálvan tíma

17:00 SavnsGull. Talgilding og videobrot úr SavnsGulli.

18:00 Tíðindasending í ÚV. Vitjandi hava høvið at vera í kontrolrúminum

18:25 Konsert í Høllini við Konni Kass, sum vann Sement-kappingina

19:00 Dagur og Vika. Bólkar við vitjandi hava høvi at fara í D&V-studio

19:30 Guðrið Hansdóttir syngur og spælir í Høllini

20:00 Gekkurin. Bólkar við vitjandi hava høvið at fara inn í Gekkastudio

20:15 Morgunkórið syngur í trappuni í Forhøllini

21:30 Konsert við Sakaris í Høllini

Myndirnar, sum vunnu listakappingina í Morgunsenndingini í vár, verða vístar á eini framsýning í gongini í Norðurlonini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867