Makrelbýtið: Kielsen vísir atfinningum aftur

Makrelbýtið: Kielsen vísir atfinningum aftur
 
15.06.2015 - 08:15

Í Grønlandi vísir landsstýrisformaðurin Kim Kielsen øllum atfinningum aftur, nú fiskivinnunevndin í Landstinginum hevur funnist at grønlendska makrelbýtinum.

Hann skrivar í lesarabrævi, at grønlendska landsstýrið skilir ikki tær ábreiðslur, sum hava verið.

Meirilutin í fiskivinnunevndini í grønlendska landstinginum heldur, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur dugað ov illa at grundgivið fyri býtinum. Fleiri reiðarí, sum fingu kvotu í 2014, fingu ikki kvotu í 2015.

Ikki ført fyri at svara

- Landsstýrið er ikki ført fyri at svara, hví júst hasi reiðaríini hava fingið makrelkvotur í ár. Tað eru ikki bara vit, sum vilja vita tað, men alt samfelagið sum heild, nú virði fyri fleiri milliónir verða útlutað, skrivar meirilutin í fiskivinnunevndini í sínum áliti.

Tey heita samstundis á grønlendska landsstýrið um at koma fram við øllum upplýsingum, sum hava týdning fyri málið.

Men Kim Kielsen sigur seg ikki skilja atfinningarnar. Landsstýrið hevur mett um allar umsókirnar, og tey reiðaríini, sum ikki fingu makrelkvotu í ár, vita eisini, hví tey ikki sluppu upp í part, skrivar landsstýrisformaðurin.

Tað er greitt, at eingin broyting verður í kvotabýtinum í ár, tí annars er vandi fyri, at reiðaríini, sum hava fingið kvotu, fara at reisa endurgjaldskrav.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444