Nú er analoga sendinetið sløkt

Nú er analoga sendinetið sløkt
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sløkti høvuðssendaran á Húsareyni
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sløkti analoga sendaran á Húsareyni. Vinstrumegin Kristian R. Davidsen, stjóri á Føroya Tele
 
15.06.2015 - 13:55

Nú ber ikki til longur at síggja sjónvarpið hjá Kringvarpinum analogt.

Stutt eftir klokkan 13, sløkti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, høvuðssendaran til analoga sendinetið á Húsareyni.

Seinastu árini hevur verið ein tilgongd at sløkkja analoga sendinetið, samstundis sum Televarpið hevur útbygt sítt tilgilda sendinet kring landið. Hetta arbeiðið er liðugt, og talgilda netið røkkur nú alt landið

Fyrsti analogi sjónvarpssendarin varð settur upp í áttatiárunum. Hann hóraði, til fyri umleið seks árum síðani, tá ein nýggjur analogur høvuðssendari varð settur upp.

Samstarv við Føroya Tele

Eina tíð var orðaskifti um, hvørt landið skuldi hava sítt egna talgilda sendinet, men endin var, at avtala varð gjørd við Føroya Tele og Televarpið um, at sjónvarpið skuldi nýta talgilda netið hjá teimum, og samstundis varð farið undir eina útbygging, sum talgilda netið rakk alt landið.

So hvørt, sum útbygt hevur verið, eru analogu sendararnir sløktir. 

Nú var bara høvuðssendarin á Húsareyni eftir. 

Hann varð sløktur í dag, og við honum fór ein gomul og ótíðarhóskandi tøkni í søguna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210