Grikkaland noyðist úr evru-samstarvinum

Grikkaland noyðist úr evru-samstarvinum
Bretskt blað skrivar, at grikska stjórnin arbeiðir við at lata Grikkaland fara á húsagang - eftir sama leisti, sum Ísland fór á húsagang.
 
17.06.2015 - 08:16

Grikkar vilja ikki geva seg mótvegis hinum evrulondunum og altjóða valutagrunninum, IMF, og tí slepst neyvan undan, at landið noyðist úr samstarvinum um evruna, og má aftur at nýta gamla gjaldoyrað, drachma.

Bretska blaðið The Telegraph skrivar, at grikska stjórnin arbeiðir við at lata Grikkaland fara á húsagang eftir sama leisti, sum Ísland fór á húsagang.

Ætlanin er at tjóðartaka griksku bankarnar og peningarenslið í landinum. Hendir tað, so er Grikkaland ikki longur við í samstarvinum um evruna.

Einki nýtt uppskot

Grikski fíggjarmálaráðharrin sigur, at Grikkaland hevur einki nýtt uppskot um loysn í skjáttuni, tá fíggjarmálaráðharrarnir í ES hittast í morgin.

Týsk bløð skriva, at ES arbeiðir við eini serligari loysn, um eingin semja fæst á skuldarspurninginum hjá Grikkalandi í seinasta lagi um vikuskiftið.

Loysnin skal vera tann sama, sum Kypros noyddist at góðtaka í 2013, og tað er, at ES yvirtekur eftirlitið við peningakervinum í landinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037