Maður handtikin - ætlaði at stjala árabát

Maður handtikin - ætlaði at stjala árabát
Løgreglan mátti senda boð eftir LÌV, tá ein maður stjól ein árabát í morgun. Tað kundi endað galið, tí nógvur mjørki var, sigur løgreglan.
 
21.06.2015 - 13:25

Tað kundi lættliga verið endað heilt galið, tá ein maður við hálvgum fimm tíðina í morgun varð handtikin og skuldsettur fyri at royna at stjala ein árabát. Hendingin fór fram í høvuðsstaðnum.

Nógvur mjørki var, og varð maðurin farin út um molan í Havn, hevði verið vandi fyri, at hann viltist, og hann hevði ikki verið lættur at finna í mjørkanum, sigur vakthavandi á politistøðini í morgun.  

Fólk, sum sóu mannin fara rógvandi, boðaðu løgregluni frá, men tað vísti seg at vera torført at fáa mannin at venda við. Løgreglan royndi við hjálp frá einum utróðrarbáti at fáa mannin innaftur, men endin var, at løgreglan mátti senda boð eftir LÌV.

At enda eydnaðist tað at fáa mannin inn og upp á land við Vónina.

Hann varð síðani handtikin og skuldsettur fyri at royna at stjæla ein árabát, men er nú sloppin heim við eini bót í lummanum.

Tað hendir meira enn so, at løgreglan má fara eftir fólki, sum fer út við báti eftir ein túr í býnum, siga tey av politistøðini. 

Síðsta vikuskifti fekk løgreglan eisini boð um, at fólk vóru á veg út við einum báti, men tað vísti seg tó, at tey ikki høvdu ætlanir um at sigla, og tey fingu loyvi at vera sitandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. februar
Líkt er til at oddurin fer at tódna í 2026
204656
Mánadag 23. februar
Orðaval #32: Fyrsta føroyska barnabókin
204638
Mánadag 23. februar
Morgunlestur mánadagur 23.februar 2026
204592
Sunnudag 22. februar
Bolero
204621
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204619
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607