Frá sum formaður, men verður sitandi sum løgmaður

bannari
Frá sum formaður, men verður sitandi sum løgmaður
Verður Kaj Leo Holm Johannesen noyddur at leggja frá sær sum floksformaður, ætlar hann kortini at verða sitandi í løgmansembætinum
 
26.06.2015 - 09:39

Kaj Leo Holm Johannesen verður sitandi sum løgmaður, til val er útskrivað - eisini um hann noyðist arleggja frá sær sum formaður í Sambandsflokkin fyrst í august.  

Tað sigur løgmaður sjálvur.

Løgmaður, ting- og landsstýrismanning hjá Sambandsflokkinum høvdu fyrrapartin í gjár fund á Gamla Apoteki, har støðan varð umrødd, nú kanningin hjá Hans Gammeltoft-Hansen um leiklutin hjá løgmanni í málinum um break-fee avtaluna við CIP staðfestir, at løgmaður bar løgtinginum skeivar upplýsingar. 

Niðurstøðan á fundinum var, at formaðurin fyrst í august fer at kalla landsnevndina saman, og síðani fer flokkurin at viðgera politisku støðuna og spurningin, um formaðurin kann verða sitandi ella ikki. 

Til reiðar at fara frá sum floksformaður

Sjálvur er Kaj Leo Holm Johannesen sinnaður at leggja frá sær sum formaður í Sambandsflokkinum, um flokkurin metir tað vera bestu loysnina. 

Spurningurin er so, hvat hendir, um Kaj Leo Holm Johannesen má frá sum formaður í Sambandsflokkinum. Merkir tað so eisini, at hann leggur frá sær sum løgmaður?

- Nei, sigur Kaj Leo Holm Johannesen sjálvur. 

Hann ætlar sær at vera sitandi sum løgmaður, til val er útskrivað. 

Tí kann tað henda, at Sambandsflokkurin fær nýggjan formann í august, men at fráfarandi formaðurin heldur fram sum løgmaður og leiðari í samgonguni, til val er útskrivað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. februar
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
204296
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Mánadag 16. februar
Morgunlestur mánadagur 16.februar 2026
204087
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju
204242
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223