Flogbóltskvinnurnar vunnu aftur sannførandi

Flogbóltskvinnurnar vunnu aftur sannførandi
Føroyar hava vunnið báðar teir fyrstu dystirnar í flogbóltskappingini hjá kvinnum. Í dag vunnu Føroyar 3-0 á Jersey
 
29.06.2015 - 12:21

Aftur í dag var talan um ein avgreiðsluspurning hjá føroyska flogbóltslandsliðnum hjá kvinnum.

Føroyar vunnu 3-0 á Jersey. Settúrslitini: 25-8, 25-12 og 25-11.

Venjarin, Boban Ilic, skifti nógv út í dag, og allir tólv leikararnir vóru á vøllinum.

Í gjár vunnu Føroyar eisini, tá bleiv tað til ein 3-0 sigur á Isle of Man.

Liðskiparin, Eina Kalsø, ávarar tó um, at tað fara at koma torførari dystir.

-Vit skulu komandi dagarnar møta Álandi og Bermuda, sum eru sterkari mótstøðulið, og tá mugu vit vera klárar, sigur Eina Kalsø

Flogbóltskvinnurnar spæla aftur í morgin klokkan 17.00, tá er Áland mótstøðuliðið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233