Endaliga byggiætlanin góðkend

Endaliga byggiætlanin góðkend
Klaksvíkar Býráð samtykti á eyka býráðsfundi í gjárkvøldið at góðkenna endaligu ætlanina fyri bygging av Biskupstorgi í nýggja miðbýnum í Klaksvík
Byggiætlanin her á Biskupstorgi í Klaksvík varð endaliga góðkend á eyka býráðsfundi í Klaksvík mikukvøldið
 
02.07.2015 - 08:44

Ætlanin fevnir um 30 íbúðir umframt kjallara og veghædd, har høli skulu vera til millum annað handlar og matstovur. Tað var eitt samt býráð, sum samtykti at góðkenna byggiætlanina fyri Biskupstorg

Biskupstorg verður fyrsta byggingin í nýggja miðbýnum í Klaksvík. Eftir býráðsfundin varð sáttmáli undirskrivaður millum Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku og Byggifelagið Kanjon, sum hevði lægsta tilboðið upp á byggingina.

SÍ EISINI Spakin setast í 1. apríl - gera nú forkanningar

Byggisáttmálin er samanlagt umleið 90 mió. kr, stendur í tíðindaskrivi frá Klaksvíkar Kommunu. Bústaðir og Klaksvíkar kommuna eru stovnarar av Sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku, sum hevur virkað síðan 1999.

Tað er sami sjálvsognarstovnurin, sum nú fer undir at byggja og verður eigari av teimum 30 íbúðunum í miðbýnum í Klaksvík. Avtalað er, at Bústaðir fer at umsita øll leigumálini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV