Samgongan letur ikki við seg koma

Samgongan letur ikki við seg koma
- Landsins leiðari kann ikki siga ósatt fyri tinginum, uttan at tingið ger vart við seg, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.
 
12.07.2015 - 13:11

Tað er enn ógreitt, um andstøðan fær stuðul úr samgonguni at kalla tingið saman at viðgera frágreiðingina hjá Hans Gammeltoft-Hansen. 

Andstøðan hevur hvørki hoyrt frá samgonguflokkunum ella tingfólkum úr samgonguni, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn. 

 

Formenninir í Framsókn, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi hava sent øllum flokkum á tingi og tinglimum bræv, har teir heita á tey um at taka undir við, at tingið verður kallað saman. 

Andstøðan heldur, at málið er ikki ein spurningur um samgongu og andstøðu. Tað er ein spurningur um tingræði, tign og at tingið er evsti politiski myndugleiki, ið umboðar fólkið. 

Sambært niðurstøðuni í frágreiðingin hjá Hans Gammeltoft-Hansen segði løgmaður ósatt fyri tinginum og breyt tískil lógina um ábyrgd landsstýrismanna. 

Hetta er sera álvarsamt, sigur Poul Michelsen. 

- Landsins leiðari kann ikki siga ósatt fyri tinginum, uttan at tingið ger vart við seg, sigur Poul Michelsen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
KAKUMiKS 2 (1:7) - teknmálstulkað
206440