Runavíkar kommuna í kapping um býarrúm

Runavíkar kommuna í kapping um býarrúm
Runavíkar kommuna er við í norðurlendskari kapping um nýskapandi býarrúm
 
17.07.2015 - 11:10

Runavík vann undanumfarið í Føroyum við uppskotinum Hvussu kunnu vit byggja nýskapandi og burðardygg íbúðarøki í brattlendi.

Hetta býarrúmið í Runavík er nú við í einum pakka, sum verður við í einum útbjóðingarumfari. 

Nordic Built Cities er norðurlendskt framtak, sum skal menna bygging eftir serligum nýskapandi leisti. 

Endamálið er at menna og gera vart við norðurlendska byggiháttin.

Runavíkar kommuna fær millum annað 800.000 norskar krónur at brúka í kappingini.

Tann, sum vinnur norðurlendsku kappingina, fær møguleika fyri at fáa fígging til at menna býarrúmið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV