Løgmaður varðveitir samráðingarrættin

Løgmaður varðveitir samráðingarrættin
Løgmaður hevur útskrivað val men hann legði ikki frá sær og tí varðveitir hann samráðingarrættin við nýggjari stjórnarskipan
 
29.07.2015 - 15:39

Løgmaður útskrivaði val í dag, men hann legði ikki frá sær sum løgmaður, og tí  varðveitir hann samráðingarrættin í samband við at nýggj stjórn skal skipast.

Tað er ein stórur fyrimunur, sigur Beinta Løwe politiskur viðmerkjari hjá Kringvarpinum, og kanska eisini ein orsøk til, at løgmaður ikki tekur avleiðingarnar av kanningarúrslitunum hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra í Skálafjarðamálinum.

Løgmaður helt í ólavsøkurøðuni fast um tað, sum hann áður hevur sagt um niðurstøðurnar hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri í Skálafjarðamálinum. 

 

Kanningarstjórin kom til tað niðurstøðu, at løgmaður breyt lógina um ábyrgd landsstýrismanna, og bar løgtinginum skeivar upplýsingar, tá hann fleiri ferðir segði, at hann eftir sínari fatan ongan leiklut hevði í break-fee avtaluni við Copenhagen Infrastructure Parnters. 

Men hóast bæði andstøðan og einstakir løgtingslimur úr samgonguni, hava sagt við miðlarnar, at løgmaður átti at tikið avleiðingarnar av niðurstøðunum hjá kanningarstjóranum og lagt frá sær, og at talan hevur verið um at givið løgmanni eina nøs, tók løgmaður ikki í egnan barm í ólavsøkurøðuni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477