- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur motorur til Vágsverkið komin
Nýggjur motorur til Vágsverkið komin
Økta virksemið í Suðuroynni hevur økt um eftirspurningin eftir orku, og tað hevur fingið SEV at gera íløgu í ein nýggjan motor til verkið í Vági
03.08.2015 - 16:06
Fríggjadagin kom nýggi motorurin, sum SEV hevur keypt til el-verkið í Vági, til landið. Talan er um ein sokallaðan M4 motor, sum vigar omanfyri 40 tons, skrivar Suðuroyarportalurin.
Tað er skipasmiðjan MEST sum hevur havt uppgávuna um hendi fyri SEV. Umframt nýggja motorin verða aðrar ábøtur eisini gjørdar á verkinum í Vági.
Nú verkið í Vági verður dagført, er talan um eina íløgu, sum tilsamans fer at kosta okkurt um 100 milliónir krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV