Stuðla rættinum hjá føroyingum at drepa grind

Stuðla rættinum hjá føroyingum at drepa grind
Ísland og Grønland stuðla rættinum hjá føroyingum at drepa grind, sigur Útnorðurráðið, ið hevur havt aðalfund í Føroyum
Ísland og Grønland stuðla rættinum hjá føroyingum at drepa grind, sigur Útnorðurráðið, ið hevur samtykt tilmæli á aðalfundinum
 
13.08.2015 - 15:55

Útnorðurráðið samtykti tilmæli, sum sigur, at føroyskt grindadráp hevur fullan stuðul. Í tilmælinum stendur, at Útnorðurráðið stuðlar føroyska rættinum at drepa grind, ið er aldargomul siðvenja.

Ráðið leggur dent á, at vesturnorðurlendsku londini hava rætt og skyldu til at gagnýta alt í havinum á burðardyggan hátt. Útnorðurráðið sigur eisini, at fyri mong hevur hvala- og kópaveiða lívsneyðugan týdning fyri matvørubúskapin.

- Við hesari útsøgnini vísa vit, at Føroyar eru ikki einsamallar. Vit mugu saman verja rætt okkara til okkara tilfeingi, sigur Unnur Brá Konraðsdóttir, varaformaður, í útnorðurráðnum í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087