Bíða við at søkja eftir nýggjum stjóra

Bíða við at søkja eftir nýggjum stjóra
Greiða skal fáast á fíggjarligu støðuna hjá Íverksetarahúsinum, áðrenn søkt verður eftir nýggjum stjóra, sigur nevndarformaðurin fyri húsið
Søkt verður eftir nýggjum stjóra til Íverksetarahúsið tá nevndin hevur fingið greiðu á fíggjarligu støðuni, og tá nýggja samgongan hevur meldað út, hvat hon ætlar
 
14.09.2015 - 13:02

Søkt verður ikki eftir nýggjum stjóra til Íverksetarahúsið í Klaksvík fyrr enn greiða er fingin á fíggjarligu støðuni hjá Íverksetarahúsinum.

Harumframt má nýggja samgongan eisini melda út, hvat hon æltar. Tað sigur Regin Dalsgaard, nevndarformaður fyri Íverksetarahúsið.

SÍ EISINI Leggja lok á óheimilaða peninganýtslu

Íverksetarahúsið er á fíggjarlógini. Húsið fær 1,1 millión krónur frá Vinnumálaráðnum og 300.000 krónur frá Mentamálaráðnum.

Harafturat fær Íverksetarahúsið fær 200.000 krónur frá Klaksvíkar kommunu. Tilsamans 1,6 milliónir krónur.

Møguliga neyðugt við eykajáttan

Nevndin fer fyrst at hava fund við hesar tríggjar myndugleikarnar, og greiða frá støðuni hjá Íverksetarahúsinum, og um nýggjar ætlanir við húsinum.

Regin Dalsgaard upplýsir, at møguliga verður neyðugt við eykajáttan til upptakið eftir fyrrverandi leiðsluna fyri Íverksetarahúsið.

Í nevndini fyri Íverksetarahúsinum í Klaksvík sita Regin W. Dalsgaard, Beinta Á. Gregersen og Birita Sandberg Samuelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521