Bústjórarnir fáa 180.000 kr. minni í samsýning

Bústjórarnir fáa 180.000 kr. minni í samsýning
Bústjórarnir í trotabúnum Faroe Seafood fáa slakar seks milliónir kr. Avgerðin hjá Skiftirættinum verður ikki kærd
 
21.09.2015 - 11:06

Skiftirætturin hevur minkað samsýningina til bústjórarnar í trotabúnum Faroe Seafood 180.000 kr., niður í fimm milliónir og 950.000 kr.  

Á fundi í Skiftirættinum fyri einum mánaði síðani hildu tveir advokatar, sum umboða kreditorar hjá Faroe Seafood, at samsýningin, sum bústjórarnir, Eyðfinnur Jacobsen og Ingi Højgaard, innstillaðu til Skiftirættin, er ov stór. 

Hon var seks milliónir og 130.000 kr. Skiftirætturin tók 180.000 kr. av samsýningini.

Kæra ikki

Eyðfinnur Jacobsen sigur, at teir fara ikki at kæra hesa avgerðina til Landsrættin.  

Endaligur skiftifundur um Faroe Seafood skuldi vera tann 21.august. Men hann verður í fyrsta lagi um ein góðan mánað.

Øll lønarkrøvini móti trotabúnum, 650 í tali, eru viðgjørd.

Lønarkrøvini hava framíhjárætt til pengar úr trotabúgvum. Fólk fáa tað, sum tey, ella fakfelag teirra, kunnu skjalprógva, at tey eiga til góðar. Góðtaka bústjórarnir kravið, innstilla teir kravið til góðkenningar í Skiftirættinum. Alt hetta er at kalla liðugt í trotabúnum Faroe Seafood.   

Eftir eru so vanligu krøvini. Í trotabúnum Faroe Seafood eru hundrað vanlig krøv, okkurt um 80 mió. kr.Tey fáa stívliga ein fjórðing av tí, tey eiga til góðar, tí fleiri pengar eru ikki eftir í búnum.

Á húsagang í desember

Stóra fiskivinnufyritøkan Faroe Seafood fór á húsagang fyrst í desember í 2010, eftir nakrar miseydnaðar royndir tá um heystið at fáa nýggjar íleggjarar at seta pengar í felagið ella keypa tað fyri at sleppa undan húsaganginum. 

Millum annað vóru samráðingar við eitt samtak hjá Varðanum, Framherja og íslendska Samherja.

Upplýst varð í Skiftirættinum 21.august, at eitt grannskoðaravirki og eitt advokafelag fingu góðar 280.000 kr. fyri at vera við í hesum royndum at bjarga samtakinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. februar
Bolero
204621
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204619
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Leygardag 21. februar
Vikugesturin: Øll hava rætt til verju
204585
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575