Doyði í Havn á veg heim aftur úr Íslandi

Doyði í Havn á veg heim aftur úr Íslandi
Útlendsk kvinna var deyð, tá hon kom á Landssjúkrahúsið. Líkskoðan verður mánadagin.
Politiið hjálpti sjúkrabilinum at koma skjótt fram í havnargøtum
 
26.09.2015 - 14:50

Klokkan ein minutt í seks hókvøldið vóru boð eftir sjúkrabili í Havn, tí ein kvinna small um við tjaldingarplássið Yviri við Strond í Havn.

Ein maður steðgaði einum bili, sum koyrdi Yviri við Strond, og bað bilføraran ringja eftir hjálp.

Tá sjúkrabilurin kom aftur á Landssjúkrahúsið varð staðfest, at kvinnan var deyð. 

Á rundferð

Sambært politinum var kvinnan 67 ára gomul og útlendsk. Hon var á rundferð við Norrønu og kom til Havnar av Seyðisfirði klokkan trý seinnapartin hósdagin og skuldi víðari til Hanstholm hóskvøldið.

Politiið veit ikki, um tað er eydnast at boða øllum teimum avvarðandi hjá kvinnuni frá, so tí ber ikki til at siga enn, úr hvørjum landi kvinnan var.olitiið  

Líkskoðan verður fyrrapartin mánadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011