Kanska fólkaatkvøða um skúlar

Kanska fólkaatkvøða um skúlar
Fólk í Sundalagnum, ið ikki góðtaka at skúlarnir í økinum verða lagdir niður, kunnu biðja um fólkaatkvøðu
Frá næsta skúlaári verður bara ein fólkaskúli í Sunda kommunu. Fólk, ið ikki góðtaka avgerðina, kunnu biðja um fólkaatkvøðu
 
21.10.2015 - 10:16

Fólk, sum ikki góðtaka, at skúlarnir í Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík, við Norðskála, á Oyri og Felagsskúlin á Oyrarbakka verða lagdir niður næsta summar, kunnu biðja um fólkaatkvøðu um avgerðina hjá býráðnum í Sunda kommunu um nýggjan skúlabygnað í kommununi.

Frá næsta skúlaári verður bara ein fólkaskúli í Sunda kommunu, og hann verður í nýggja Skúlanum við Streymin. Tað kunnger Sunda kommuna í dag.

SÍ EISINI Framvegis ósamdir um skúlan á Oyrarbakka

Í minsta lagi 30 prosent av veljarunum í einum skúlaumdømi kunnu krevja fólkaatkvøðu um avgerðina at leggja skúlan niður. Tað skal gerast í seinasta lagi um ein mánað.

Býráðið í Sunda kommunu samtykti einmælt hálvan juni í fjør at hava EIN skúla í kommununi í staðin fyri fimm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974