Hava bundið seg til at raðfesta málið

Hava bundið seg til at raðfesta málið
Føroysku og donsku ráðharrarnir eru samdir um at seta gongd á aftur arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna, ið umfatar útlendingamál og marknaeftirlit
Fríggjadagin samdust Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Inger Støjberg, ráðharri, um at seta gongd á aftur arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna, sum umfatar útlendingamál og marknaeftirlit
 
26.10.2015 - 10:05

Yvirlýsingin, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna, og Birthe Rønn Hornbech, ráðharri, gjørdu 29. oktober í 2009 um, at Føroyar yvirtaka útlendingamál, er framvegis galdandi.

Fríggjadagin samdust Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Inger Støjberg, ráðharri, um at seta gongd á aftur arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna, sum umfatar útlendingamál og marknaeftirlit.

Fyrireikingar lidnar næsta summar

Báðir partar, landsstýrið og danska stjórnin, hava bundið seg til at raðfesta málið. Miðað verður eftir, at fyrireikingarnar verða lidnar fyri 1. juli næsta ár.

Við í fyrireikingunum er at fáa semja um marknaeftirlit við Schengen myndugleikarnar í Brússel.

Uppskot um at yvirtaka útlendingamál hava verið í løgtinginum oftari enn eina ferð, og yvirtøkan hevur eisini staðið í fleiri enn einum samgonguskjali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025