Matvørur vorðnar støðugt dýrari í Føroyum

Matvørur vorðnar støðugt dýrari í Føroyum
Seinastu tíggju árini eru matvørur í Føroyum dýrkaðar meira enn 20 prosentstig. Orsøkin er príshækkingar á heimsmarknaðinum
Trot á rávørum, ið verða brúktar til at framleiða matvørur, merkja, at matur í Føroyum er blivin 20 prosentstig dýrari at keypa seinastu 10 árini
 
29.10.2015 - 08:11

Hagstovan hevur kunngjørt eitt yvirlit um prísgongdina í handlunum seinastu árini. Orsøkin til, at matvørur gerast dýrari og dýrari, eru príshækkingar á heimsmarknaðinum.

Trot á rávørum, sum verða brúktar til matvørur, ger, at rávøran kostar meira. Føroyingar innflyta flestu matvørur, so tí gerast matvørurnar støðugt dýrari her.

Men lønarhækkingar kunnu eisini gera, at tað gerst dýrari at fara til handils. Klæði og skógvar kosta tó á leið tað sama sum fyri tíggju árum síðani, og innbúgv og búnýti, køksamboð, kosta minni nú.

SÍ EISINI Bíligari at liva nú enn fyri einum ári síðani

Orsøkin er, at slíkar vørur verða gjørdar í londum, har sum lønin er lítil, og kappingin er vorðin harðari.

Sambært vísitalinum, sum er sett at vera 100 í 2005, eru matvørur nú stívliga 120, meira enn 20 prosentstig hægri enn fyri tíggju árum síðani.

Búnýti og innbúgv eru fimm prosentstig bíligari nú, og klæði og skógvar eru á sama stigi sum í 2005.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786