Spyr landsstýriskvinnuna um fíggjarstøðuna

Spyr landsstýriskvinnuna um fíggjarstøðuna
Bjørn Kalsø, løgtingsmaður í Sambandsflokkinum, ivast í, um nýggja landsstýrið megnar at fáa javnvág ella avlop á fíggjarlógini næsta ár
Bjørn Kalsø hevur sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, fyirspurning um fíggjarstøðuna. Hann spyr millum annað, hvussu stórt landskassahallið verður í ár
 
05.11.2015 - 16:10

Hann hevur sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, fyirspurning um fíggjarstøðuna í ikki færri enn tíggju punktum.

Bjørn Kalsø spyr millum annað, hvussu stórt landskassahallið verður í ár, og hvussu nógv eykajáttanarlógin fyri oktober fer at hækka hallið.

Vil vita um ætlanin er slept

Hann spyr, um landsstýriskvinnan hevur slept ætlanini at fáa javnvág ella avlop á fíggjarlógini næsta ár, og hvørji stig landsstýriskvinnan ætlar at taka til tess at venda gongdini, so avlop fæst á fíggjarlógini,

Bjørn Kalsø sigur, at nógv hevur verið tosað um at fáa javnvág á fíggjarlógina. Eisini andstøðan, sum sat undan valinum 1. september, og sum nú er samgonga, høvdu hetta sum aðalmál.

Men nú fyrstu uppskotini frá nýggja landsstýrinum eru løgd fyri tingið, er líkt er, at gongdin er hin øvuta, sigur Bjørn Kalsø.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129