- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samsvar millum frágreiðingar
Tað er niðurstøðan hjá Sjóvinnustýrinum, sum kannaði, hví farmaskipið Skansanes sigldi á land í Storfjorden í Noregi 16. mai í fjør. Niðurstøðan er í samsvari við tað, sum skiparin sjálvur greiddi frá í sjófrágreiðingini.
Í niðurstøðuni stendur, at skiparin legði Skansanes at bryggju í Ålesund klokkan hálvgum tvey um náttina og tørnaði ikki inn fyrr enn klokkan fýra, tí báðir ljósmotorarnir riggaðu illa.
Gott veður tá óhappið hendi
Hálvan triðja tíma seinni varð skiparin útpurraður, tí skipið skuldi úr Ålesund aftur. Slakar seks tímar seinni sigldi Skansanes á land. Skaði kom á kúlustevnið, men annars lak skipið ikki.
Tríggir av manningini fingu snuddir, tann eini hol á høvdið. Veðrið var gott, tá óhappið hendi. Eftir óhappið vórðu vaktirnar hjá stýrimanninum og skiparanum á Skansanesi broyttar, so skiparin kundi fáa ta hvíld, hann átti at fáa.
Millum annað kann stýrimaðurin nú leggja at og frá bryggju. Fyrr skuldi skiparin altíð gera tað.