Politiið í Havn hjálpti køldum føroyingi í Nuuk

Politiið í Havn hjálpti køldum føroyingi í Nuuk
Løgreglan fekk í nátt eina heldur løgna fráboðan
Føroyingur í Nuuk ringdi til vinmann í Havn, at fáa hjálp í kuldanum í Grønlandi
Mynd: savnsmynd  
 
07.11.2015 - 09:52

Klokkan eitt korter til sjey í morgun ringir ein maður í Havn og sigur, at ein vinmaður hansara, sum er staddur í Grønlandi við fiskiskipi, hevði ringt og sagt, at hann er vilstur uttanfyri Nuuk. Hann er í ringum skørum, tí tað eru 35 kuldastig. Politiið í Føroyum ringir so til politiið í Nuuk, ið fer at leita, og løtu seinni er maðurin funnin í øllum góðum, og komin á rætt stað aftur.

Á politistøðini í Havn sigur vakthavandi, at burturvilsti maðurin gjørdi tað rætta í tí støðu hann var komin í.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793