Nógvur vindur men fáar fráboðanir

Nógvur vindur men fáar fráboðanir
Hóast nógvur vindur var í gjárkvøldið og í nátt, er líkt til, at fáir skaðar hava verið kring landið, sambært løgregluni
Løgreglan hevur fingið fáar fráboðanir um skaðar, hóast nógvur vindur hevur verið um vikuskiftið
 
09.11.2015 - 08:16

Vakthavandi á Politistøðini í Havn sigur, at tey hava fingið fáar fráboðanir í sammbandi við illveðrið. Fráboðanirnar hava yvirhøvur verið frá fólki, sum eru stúrin um, at okkurt liggur leyst, og sum kann elva til skaða.

Í Vági skrædnaði ein pressending á einum bygningi, sum verður umvældur, í nógva vindinum. Politiið boðaði sløkkiliðnum á staðnum frá.

Illveðrið hevði við sær, at Strandferðslan avlýsti teir báðar seinastu túrarnar hjá Teistanum um Skopunarfjørð í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974